Visjón

1.  Navn og Endamál

§1. Navn felagsins er Faroevision ÍVF.

§2. Endamál felagsins er:

  • At vera ein miðil, sum í størst gjørligan mun er rikin av tess haldarum.
  • At veita – umvegis lutakasti – ein javnan møguleika til øll at gerast luttakarir og harvið koma við sínum ískoyti til innihald og bygnaða av miðilinum.
  • At savna ein fjølbroyttan skara av fólki til samstarv.
  • At styrkja um nærmentan og mentanarskapan.

§3. Faroevision skal stremba eftir og arbeiða ímóti at gerast eitt sjálvforsyrgjandi felag, ið ikki nýtist nakra leiðslu eftir forsetans fráfall.
Stk. 2. Felagið er óheft av partapolitikki og átrúnaði.
Stk. 3. Felagið krevur tó, at alt innihald er innan lógarinnar karmar.

§4. Eingin sleppur at luttaka, uttan at skriva undir samtykkisskjalið.
Stk. 2. Hetta er bæði galdandi fyri luttakarar og sjálvboðin.

§5. Einans fólk, ið bera hald í eini deild, sleppa við í lutakastið um at sleppa við í ta deildarnevndina.
Stk. 2. Fyrstu luttakararnir í eini deild nýtast tó ikki at vera haldarir fyri at seta deildina í gongd.
Stk. 3. Luttakarir sleppa undan at betala fyri hald undir teirra uppihaldi og fáa óavmarkaða atgongd til alt tilfar frá øðrum deildum.

§6. Ein kann velja, hvørs viðkomandi vil keypa hald við ella uttan møguleika fyri luttøku fyri sama prís. Hetta verður ávikavíst kallað aktivt hald og passivt hald.
Stk. 2. Um vinnari av lutakastinum velur ikki at skriva undir, ella av aðrari orsøk ikki kann/ynskir at luttaka, kann viðkomandi geva luttøkuna víðari til beinleiðis familjulim.
Stk. 2a. T.e. maka, børn, systkin, foreldur, pappbørn, pappsystkin ella pappforeldur.
Stk. 3. Um eingin beinleiðis familjulimur kann/ynskir at luttaka, verður nýggjur luttakari funnin ígjøgnum somu lutakastaskipan.

§7. Ein vinnari av lutakastinum kann útseta sína luttøkubyrjan í 7, 14, 21 ella 28 dagar.
Stk. 2. Um hetta ikki ber til, verður mannagongdin frá §6. Stk. 2. til møguliga Stk. 3. fylgd.

2.  Bygnaður

§8. Faroevision er uppbygt soleiðis:

  • Leiðslan: Rúni Jónsson Johansen, stjóri.
  • Yvirdeildin Faroevision Føroyar: Rúni Jónsson Johansen, stjóri.
  • Deildarnevndir: 8 skiftandi luttakarar.

§9. Yvirdeildir eru lands- ella økisdekkandi deildir, ið fáa eyka heimildir frá leiðsluni til at halda skil á deildunum í økinum.
Stk. 2. Faroevision Føroyar er yvirdeild yvir allar Føroyar og verður stýrt av leiðsluni.

§10. Deildarnevndir skulu byrja við 8 luttakarum, sum hava møguleika at vera í deildarnevndini í 8-15 vikur.
Stk. 2. Hetta ber við sær, at fyrstu luttakararnir eru í deildarnevndini í 8 vikur, áðrenn fyrsta skiftið fer fram.
Stk. 3. Í hesu støðu skal trekkjast lut um, hvør verður skiftur út fyrst, næst, trið o.s.fr.

§11. Allir luttakarir skulu vera 18 ár ella eldri.

§12. Eftir 8 vikur endar luttøkan hjá øllum í deildarnevndum og trekt verður eftir nýggjum luttakara.
Stk. 2. Stk. 1. er ikki galdandi fyri tey, ið eru fevnd av §10.
Stk. 3. Ein luttakari kann tó – til eina og hvørja tíð – trekkja sína luttøku.

§13. Undir vanligum umstøðum verður drigið lut eftir nýggjum luttakara eina ferð um vikuna.
Stk. 2. Um har er eitt fráfall av einum ella fleiri luttakarum verður drigið lut uttan óneyðugt drál til at finna samsvarandi tal av nýggjum luttakarum.
Stk. 3. Nýggir luttakarir sum koma inn vegna fráfall eru bert í deildarnevndini í eftirstandandi tíðini av luttøkuni hjá fráfalnu luttakarunum.

§14. Luttakararnir skulu stremba eftir at arbeiða 8-10 tímar um vikuna í 8 vikur.

3.  Lutakast

§15. Strembast skal altíð eftir, at lutakastið til útveljingina av luttakarum skal vera so rættvíst, álítandi og gjøgnumskygt sum gjørligt.
Stk. 2. Sum útgangsstøði fara lutakast fram hvønn fríggjadag kl. 19:30, inntil lutakastið er avgreitt.
Stk. 2a. Við serligum loyvi frá leiðsluni kann lutakastið framskundast í mesta lagi 24 tímar.

§16. Lutakast skulu fylgja mannagongdini í samtykkisskjalinum, uttan so at forsetin alment hevur boða frá broyting av mannagongdini.
Stk. 2. Forsetin kann í seinasta lagi boða frá broyting mikudag kl. 23:59.
Stk. 3. Meiriluti av leiðsluni skal vera fyri broyting av mannagongdini fyri lutakast.

§17. Lutakast skulu góðkennast av Forseta, ella persóni, hvørs forsetin hevur handa hesa heimild.

4.  Atkvøður

§18. Atkvøðugreiðslur í deildum eru einans í gildi, um minst ¾ av luttakarunum atkvøða.
Stk. 2. Allar atkvøður eru dulnevndar.
Stk. 3. Atkvøður kunnu vera fyri, ímóti ella blankar.
Stk. 4. Um tað kemur fyri, at tað er javnt deilt ímillum atkvøður fyri og ímóti, fellur uppskotið.

§19. Atkvøðugreiðslur í leiðsluni eru einans í gildi, um minst ⅔ av leiðsluni atkvøður.
Stk. 2. §18 stk. 2-4. eru eisini galdandi fyri stk. 1.

§20. Atkvøðugreiðslur skulu fylgja mannagongdini í samtykkisskjalinum, uttan so at forsetin alment hevur boða frá broyting av mannagongdini.
Stk. 2. Meiriluti av leiðsluni skal vera fyri broyting av mannagongdini fyri atkvøðuavgreiðslur.

§21. Luttakarir kunnu – til eina og hvørja tíð – verða burturvístir, um ein meiriluti av luttakarum í somu deild eru fyri tí.

§22. Atkvøður um onnur viðurskiftir skulu góðkennast av leiðsluni.

5.  Onboarding

§23. Áðrenn teir taka lut, skulu allir vinnarir av lutakastinum upplýsast um góðan fjølmiðlasið, umframt miðlalógir og serstakar miðlaumstøður í ávísa landinum.
Stk. 2. Forsetin hevur ábyrgd av at møguligi luttakarin verður veittur Samtykkisskjalið og fyrrnevndu upplýsingar.
Stk. 2a. Luttakarin hevur sjálvur ábyrgdina av at lesa skjøl og spyrja inn til ivamál.

6.  Deildir

§24. Deildir skulu hava 8 luttakarar.
Stk. 2. Um ein deild ikki megnar at manna 8 luttakarar í 4 vikur á rað slitnar deildin.
Stk. 2a. Ein deild við sama navni kann stovnast í fall at ein deild slitnar.
Stk. 3. Deildir skulu bera heitið Faroevision, umframt navni á oyggj, býi ella bygd.
Stk. 3a. T.e. t.d. Faroevision Suðuroy, Faroevision Tórshavn ella Faroevision Rituvík.
Stk. 4. Møtistað hjá luttakarum skal vera í samsvarandi oyggj, býi ella bygd.

§25. Nýggjar deildir kunnu stovnast, um:

  • Leiðslan fær í hendi – skrivliga ella talgilt – váttan frá 8 fólki um ynski at stovna eina deild.
  • Hesi 8 taka lut í samsvar við §4, §10 og §11.
  • Hesi 8 skriva undir Samtykkiskjalið og Sáttmálan.

Stk. 2. Forsetin – ella persónur ið forsetin handar hesa heimild – stendur fyri lønarbrøkinum á øllum deildarnevndum.

§26. Strembast skal eftir, at deildir verða sundurbýttar soleiðis, at fólk hava so lítla landafrøðiliga forðing sum gjørligt at møtast við øðrum luttakarunum.

§27. Forsetin hevur ábyrgdina av prísáseting fyri hald av hvørjari deild.

§28. Ein persónur kann vera haldari av so nógvum deildum sum viðkomandi ynskir.
Stk. 2. Uppsøgn av haldi hevur við sær, at haldarin enn hevur atgongd til tilfarið inntil næsta gjaldsdag.

§29. Ein aktivur haldari kann í hægsta lagi vera í einum lutakasti.
Stk. 2. Møguligi luttakarin velur sjálvur, hvørjari deild hann vil vera møguligur luttakari í.
Stk. 2a. Ein persónur kann frítt velja at skifta deild.
Stk. 2b. Til hvørt skiftið er bíðitíð á 1. viku, uttan so at talan er um stovnan av nýggjari deild.

7. Tilfarsskapan

§30. Alt tilfar – stuttfilmar, kjak- og tíðindasendingar e.l. – skal hava ein redaktør, sum skal hava kunnleika til, hvør hevur tikið lut í tilfarinum ella á annan hátt lagt tað til rættis.

§31. Áðrenn tilfar verður lagt út skulu restin av deildarnevndini hava havt atgongd til tilfarið í 24 tímar.
Stk. 2. Um luttakari leggur til merkis ella hevur varhuga av, at tilfarið brýtur lógina ella góðan fjølmiðlasið, hevur viðkomandi skildu til ávikavíst at boða løgregluni og leiðsluni í Faroevision frá.

§32. Áðrenn tilfar verður lagt út, skal tað verða góðtikið av redaktørinum.
Stk. 2. Luttakarir, sjálvboðin e.l. ið týðuliga kunnu síggjast, hoyrast ella á annan hátt kennast aftur í tilfarinum hava rætt sbrt. dátuverndarlógini til at trekkja sína luttøku. Hetta hevur við sær, at viðkomandi kann krevja, at tíðarskeiðini í tilfarinum, har viðkomandi kemur til sjóndar ella hoyrndar, skulu beinast burtur.
Stk. 2a. Verji hjá sjálvbodnum undir 18 ár hevur heimild at trekkja luttøkuna fyri viðkomandi.
Stk. 3. Øll, ið eru fevnd av stk 2. hava hendan rætt inntil tilfarið endaliga er lagt út.
Stk. 3a. Eftir at tilfarið endaliga er lagt út er viðgerðin neyðug fyri savnsendamál sbrt. dátuverndarlógini §28 Stk. 3. Tískil ber ikki til at umbiðja striking av útgivna tilfarinum.
Stk. 4. Persónur, ið hevur givið serligt íkast – sum t.d. tónleik ella list – til tilfar hevur sama rætt til at krevja, at íkastið ikki verður lagt út.
Stk. 4a. Eins og við Stk. 3a. ber ikki til at umbiðja striking av útgivna tilfarinum.

§33. Um leiðslan hevur fingið boð frá einum ella fleiri luttakarum sbrt. §32. Stk. 2. hevur leiðslan endaligu avgerðina um, hvørs tilfarið verður lagt út, skal dagførast ella beinast burtur.
Stk. 2. Um leiðslan ikki hevur fingið slík boð, liggur endaliga avgerðin hjá redaktørinum, uttan so at leiðslan átekur sær hesa heimild.

8. Løn til luttakarar

§34. Hvør luttakari fær løn sambært sáttmálanum.

§35. Forsetin hevur heimild at broyta lønarbrøkin.
Stk. 2. Forsetin hevur ábyrgdina av at melda út allar broytingar í lønarbrøkinum í minsta lagi eina viku áðrenn broytingin verður sett í verk.
Stk. 3. Broytingar av lønarbrøkinum eru ikki galdandi fyri verðandi luttakarar.

9. Skipan til sjálvboðin

§36. Allar deildir skulu hava eina skipan, har tað ber til hjá sjálvbodnum at hjálpa til við lutum, tænastum, ráðum e.l.
Stk. 2. Einki hald nýtist fyri at taka lut í skipanini fyri sjálvboðin. Tó skal sjálvbodni skrásetast.

§37. Einki aldursmark er fyri at vera sjálvboðin.
Stk. 2. Tó skal:

  • løgfrøðiligur verji hjá sjálvbodnum undir 18 ár góðkenna luttøkuna.
  • løgfrøðiligur verji – ella verji ið er góðkendur av løgfrøðiliga verja – vera til staðar hjá sjálvbodna undir 18 ár.

10. Feedback skipan

§38. Allar deildir skulu hava skipan, har haldarir kunnu skriva ráð og uppskot e.l. inn.

§39. Haldarir kunnu í mesta lagi skriva 3 boð inn um dagin hvør.
Stk. 2. Boð kunnu í mesta lagi vera 1000 tekin.

11.  Dátuvernd

§40. Strembast skal eftir at savna so fáar upplýsingar um passivar haldarar, aktivar haldarar, sjálvboðin og luttakarar sum gjørligt.

§41. Hesar dátur verða umbidnar:

  • av passivum haldarum, aktivum haldarum og sjálvbodnum 18 ár og yvir: Fult navn, føðingardag, teldupost og fartelefonnummar.
  • av sjálvbodnum undir 18 ár: Fult navn og føðingardag hjá sjálvbodna, umframt fult navn, føðingardag, teldupost og fartelefonnummar hjá verja.
  • av luttakarum: Sama sum hjá haldarum, møguligum luttakarum og sjálvbodnum 18 ár og yvir, umframt kontonummar og møguliga eftirlønarkontonummar.

§42. Harumframt krevur gjaldsskipanin gjaldsupplýsingar.
Stk. 2. Faroevision hevur ikki atgongd til hesar upplýsingar.

§43. Útgivið tilfar kann – í prinsippinum – síggjast um allan heim.

12.  Burturvísing

§44. Yvirdeildir kunnu burturvísa luttakarar fyri brot á samtykkisskjalið.
Stk. 2. Deildarnevndir kunnu treytaleyst atkvøða luttakara út sbrt. §21.

§45. Leiðslan kann geva luttakara forboð í óávíst tíðarskeið fyri brot á samtykkisskjalið.

13.  Yvirdeildir

§46. Yvirdeildir verða settar av leiðsluni.
Stk. 2. Yvirdeildir skulu bera heitið Faroevision, umframt navni á landinum sum yvirdeildin umboðar.
Stk. 2a. T.e. t.d. Faroevision Føroyar, Faroevision Ísland ella Faroevision Ireland.

14.  Gávur (Donatiónir)

§47. Eindir – t.e. persónar, feløg, virkir, kommunur e.l. – kunnu í mesta lagi geva pening ella gávur við virði á kr. 5.000 til Faroevision um árið, afturat peningi frá haldum.

15.  Fíggjarmál

§48. Roknskaparár felagsins er frá 1. januar til 31. desembur.
Stk. 2. Forsetin hevur til uppgávu at hava yvirlit yvir og eftirlit við ogn, bókhaldi og roknskapi felagsins.
Stk. 3. Roknskapurin skal verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara.

§49. Á hvørjum ársaðalfundi verður støða tikin til, um felagið ynskir ársroknskapin grannskoðaðan.
Stk. 2. Aðalfundurin kann velja ikki at hava grannskoðan, um ársroknskaparlógin heimilar hesum.